Vit søkja eftir elektrikara 🇫🇴

Vit leita eftir elektrikara til okkara toymi. Starvsplássið er á Kambsdali, men starvið inniber eisini, at tú fert út til ymiskar arbeiðsuppgávur kring landið.

Er tað tú? Send okkum tína umsókn.

Tað er krav, at tú hevur útbúgving sum elektrikari.

Starvið verður sett skjótast gjørligt og verður lønt sambært avtalu.

Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Leivur Hansen á leivur.hansen@groaqua.io ella tlf. 77 44 60.

Hevur hetta tín áhuga, send umsóknina til leivur.hansen@groaqua.io. Seinasta freist at søkja er 11. juni 2023.

——————-
STUTT UM OKKUM
GroAqua er ein fyritøka, sum mennir og framleiðir tekniskar loysnir til alivinnuna. Okkara fóðurskipan verður dagliga brúkt til at fóðra laks í alibrúkum kring heimin. 

Við 70 dugnaligum starvsfeløgum í Føroyum, Skotlandi, Danmark og Póllandi miðja vit eftir at vera í fremstu røð av veitarum til alivinnuna.

View all news Next story: Vit søkja eftir goymslufólki 🇫🇴