Vit søkja eftir goymslufólki 🇫🇴

Vit leita eftir goymslufólki til okkara toymi. Starvsstaðurin er á Kambsdali. Arbeiðið fevnir um umsiting av goymslu, sølu og innkeyp, flutning og aðrar uppgávur.

Er tað tú? Send okkum tína umsókn – ella tagga onkran, tú kennir, sum kundi havt áhuga.

Starvið verður sett skjótast gjørligt og verður lønt sambært avtalu.

Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til John Petersen á john.petersen@groaqua.io ella tlf. 77 44 99.

Hevur hetta tín áhuga, send umsóknina til john.petersen@groaqua.io. Seinasta freist at søkja er 14. mai 2023.

——————-
STUTT UM OKKUM
GroAqua er ein fyritøka, sum mennir og framleiðir tekniskar loysnir til alivinnuna. Okkara fóðurskipan verður dagliga brúkt til at fóðra laks í alibrúkum kring heimin. 

Við 70 dugnaligum starvsfeløgum í Føroyum, Skotlandi, Danmark og Póllandi miðja vit eftir at vera í fremstu røð av veitarum til alivinnuna.

View all news Next story: JT Electric and Sterner AquaTech UK Rebrand as GroAqua