This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.

Vit søkja eftir sølufólki 🇫🇴
Vit leita eftir sølufólki til føroyska og útlendska marknaðin. Starvsplássið er á Kambsdali, men starvið inniber eisini, at tú hevur sølufremjandi uppgávur í Føroyum og í útlandinum.
👉 Er tað tú? Send okkum tína umsókn.
Tað er ein fyrimunur, at tú hevur royndir innan sølu í B2B geiranum. Um tú hevur førleikar og vitan innan alivinnuna er hetta eisini ein fyrimunur.
Starvið verður sett skjótast gjørligt og verður lønt sambært avtalu.
Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Kristian Andreasen á kristian.andreasen@groaqua.io ella tlf. 77 44 55.
Hevur hetta tín áhuga, send umsóknina til kristian.andreasen@groaqua.io. Seinasta freist at søkja er 11. juni 2023.
——————-
STUTT UM OKKUM
GroAqua er ein føroysk fyritøka, sum mennir og framleiðir tekniskar vørur og KT skipanir til alivinnuna kring heimin. Okkara fóðurskipan verður dagliga brúkt til at fóðra laksi í alibrúkum kring heimim.
Við 70 dugnaligum starvsfeløgum í Føroyum, Skotlandi, Danmark og Póllandi miðja vit eftir at vera í fremstu røð av veitarum til alivinnuna.