Vit søkja eftir tekniskum starvsfólki til bygging av fóðurflakum 🇫🇴

Vit leita eftir einum starvsfólki til bygging av fóðurflakum til altjóða marknaðin. Saman við starvsfólkum í Føroyum, Pólandi og Skotlandi verður tú partur av einum toymi, sum stendur fyri byggingini av fóðurflakum til alifyritøkur í Føroyum, Skotlandi, Íslandi og Norra.

👉 Er tað tú? Send okkum tína umsókn.

Um starvið

Sum partur av flaka toyminum hjá GroAqua í Føroyum og í Póllandi verður tú við til at menna hetta virkisøkið sambært okkara strategisku málum. 

Við flakabyggingini arbeiðir tú tætt saman við okkara deildum innan menning, tænastu og framleiðslu, bæði í Føroyum, Skotlandi og í Pólandi. 

Arbeiðsstaðurin er hjá GroAqua á Kambsdali. Reglulig ferðing til Pólands og viðkomandi marknaðir og kundar, er partur av arbeiðinum.

Tú fært nógvar spennandi uppgávur

  • Yvirskipaða ábyrgd av at samskipa verkætlanir við menning, bygging og levering av fóðurflakum
  • Samskifti við kundar og veitarar
  • Víðari menning av n‎‎‎ýggjum fóðurflaka loysnum

Vit ímynda okkum at tú sum persónur

  • ert skipaður
  • ert arbeiðssamur og tænastusinnaður
  • hevur viðkomandi tekniska útbúgving, t.d. maskinmeistari, verkfrøðingur e.l.
  • arbeiðsroyndir sum verkætlanarleiðari e.l. er ein fyrimunur
  • ert ágrýtin og hevur hegnið at fáa verkætlanir avgreiddar til tíðina
  • ert stinnur at samskifta munnliga og skrivliga á føroyskum og enskum

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt og spennandi starv í einari fyritøku, sum ger seg galdandi á altjóða marknaðinum, har tú fært sett tíni fingramerkir. Tú fært góðar møguleikar at menna teg persónliga og fakliga við spennandi uppgávum. Tú verður partur av einum toymi við dygdum og breiðum førleikum, har dentur verður lagdur á at finna røttu loysnirnar, og veita bestu tænastuna til alivinnuna. 

Starvið verður sett skjótast tilber, og løn og setanartreytir verða sambært avtalu.

Umsókn 

Umsókn við CV og prógvum skulu sendast til Suna Justinussen, stjóra á suni.justinussen@groaqua.io

Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 19. november 2023. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Spurningar

Vilt tú vita meira ert tú vælkomin at seta teg í samband við Suna Justinussen á tel. 774440 ella á suni.justinussen@groaqua.io

STUTT UM GROAQUA

GroAqua er ein føroysk fyritøka við deildum í Skotlandi, Pólandi og Danmark við til samans 80starvsfólkum. 

Umframt at hava bygt 18 fóðurflakar til kundar í Føroyum, Íslandi og í Skotlandi, so framleiðir GroAqua tøkniligar vørur og KT skipanir til alivinnuna í Føroyum og uttanlands.

View all news Next story: Vit søkja eftir sølufólki 🇫🇴