This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.

Vilt tú læra til elektrikara? 🇫🇴
Vit søkja eftir lærlingi at byrja skjótast eftir summarferiuna. Tú fært møguleika at læra í eini fyritøku, sum bæði arbeiðir í Føroyum og uttanlands.
Er tað tú? Send okkum tína umsókn.
Vit vænta, at tú sum persónur ert:
- Raskur og arbeiðssamur
- Álítandi og røkin
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur SIT I ella SIT II.
Lærutíðin byrjar tann 14. august.
Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Leivur Hansen á leivur.hansen@groaqua.io ella tlf. 77 44 60.
Hevur hetta tín áhuga, send umsóknina til leivur.hansen@groaqua.io. Seinasta freist at søkja er 11. juni 2023.
——————-
STUTT UM OKKUM
GroAqua er ein fyritøka, sum mennir og framleiðir tekniskar loysnir til alivinnuna. Okkara fóðurskipan verður dagliga brúkt til at fóðra laks í alibrúkum kring heimin.
Við 70 dugnaligum starvsfeløgum í Føroyum, Skotlandi, Danmark og Póllandi miðja vit eftir at vera í fremstu røð av veitarum til alivinnuna.