
Toymisleiðari til maskindeildina
Lýsingartekstur til heimasíðu
Vit leita eftir toymisleiðara til maskindeildina
Hevur tú royndir innan maskinøkið og dámar at leiða eitt arbeiðstoymi? Vit leita eftir einum eldhugaðum og ábyrgdarfullum toymisleiðara til maskindeildina hjá okkum á Kambsdali.
Um starvið
Tú verður ein lykla persónur í dagliga rakstrinum av maskindeildini, har tín ábyrgd verður at leggja arbeiðsuppgávur til rættis, tryggja góðsku, menna samstarv, og syrgja fyri, at arbeiðið verður framt trygt og skilagott. Tú kemur eisini sjálv/ur at taka lut í arbeiðinum.
Starvsøkið fevnir bæði um verkstaðararbeiði og útiarbeiði kring landið. Tú fert at starvast tætt at øðrum fakfólki, leiðslu og viðskiftafólkum.
Vit vænta, at tú:
- Hevur sveinabræv sum maskinsmiður (ella samsvarandi royndir)
- Hevur góð leiðsluevni og dygd í samskifti
- Hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt og at taka ábyrgd
- Ert framsøkin og eldhugaður í, at leggja arbeiðið til rættis
- Heldur ordan á deildini og ert fús/ur at loysa óvæntaðar avbjóðingar
- Ert áhugað/ur í, at upplæra og vegleiða lærlingunum
Vit bjóða:
- Eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv
- Ein møguleika, at seta tín dám á menningina av deildini
- Eitt toymi við dugnaligum starvsfeløgum og góðum arbeiðsumhvørvi
- Løn eftir avtalu
Ert tú okkara nýggi toymisleiðari?
Send okkum tína umsókn, við møguligum viðkomandi skjølum, til leivur.hansen@groaqua.io, í seinasta lagi 23. juni. Vit viðgera umsóknirnar leypandi og seta starvið skjótast gjørligt.
Hevur tú spurningar?
So ert tú vælkomin at venda tær til Leivur Hansen á leivur.hansen@groaqua.io ella tlf. 77 44 60.