
CFO til GroAqua Samtakið
GroAqua er ein altjóða fyritøka við høvuðssæti í Føroyum og dótturfeløgum í Noregi, Skotlandi og Póllandi. Fyritøkan veitir framkomnar og burðardyggar loysnir til alivinnuna og hevur í áratíggju verið ein lykla spælari í menningini av alivinnuni. Vit leggja dent á nýskapan, rakstrarførleika og umhvørvisábyrgd, og er GroAqua tí ein strategiskur samstarvsfelagi hjá fleiri av teimum mest framsøknu aktørunum í vinnuni.
Sum CFO verður tú partur av ovastu leiðslu í GroAqua, við yvirskipaðari ábyrgd av fíggjarviðurskiftum, roknskapi, fíggjarætlan, frágreiðingum og rakstrarstýring. Tú fært ein lykla leiklut í at stuðla undir og víðarimenna vakstrarstrategiina hjá felagnum. Tú kemur at arbeiða tætt at forstjóranum og leiðsluni og harvið fært tú eisini møguleikan at seta tín dám á strategisku kósina og framtíðarvøksturin hjá GroAqua.
Tínar ábyrgdir:
- Samskipan av fíggjararbeiðinum hjá øllum feløgunum í samtakinum
- Fíggjarstýring og frágreiðing av øllum samtakinum
- Fíggjarætlan, bókhald og roknskapir
- Likviditetsstýring og fíggjargreiningar
- Samskifti við bankar, grannskoðarar og myndugleikar
- Luttøka í strategiskum avgerðum og verkætlanum
- Menning og dagføring av fíggjarpolitikki og mannagongdum
- Leiðsla og menning av starvsfólkum í fíggjardeildini
- Greining av fíggjarligum upplýsingum og ráðgeving til leiðsluna
- At tryggja, at bókhald og roknskapir eru í samsvari við lóggávu og reglur
- Aðrar uppgávur, sum hoyra til fíggjarstýring og fyrisiting í samtakinum
Starvið er eitt týðandi leiðslustarv við stórari strategiskari ávirkan í einari fyritøku við greiðum og framsøknum málum um vøkstur. Tú fært sjálvstøðuga ábyrgd og avgerandi heimildir í tøttum samstarvi við eina ágrýtna, úrslitsdrivnari og evnaríkari leiðslu. Starvið gevur tær møguleika at seta tín dám á bæði fíggjarligu stýringina og langsiktaðu menningini av virkseminum.
Setanar- og lønarviðurskiftir verða ásett eftir nærri avtalu.
Umsóknir, sum sjálvsagt verða viðgjørdar í trúnaði, skulu sendast til niels.brynnum@groaqua.io Umsóknarfreistin er 30. juni 2025
Hevur tú spurningar?
So ert tú vælkomin at venda tær til Niels Brynnum á telduposti ella á tlf. 77 44 33.